Úr myndasavninum – Tá ið neistamenn gerast ágrýtnir kyndilsmenn

Neistafjepparar miðskeiðis í 80 árunum. Frá vinstru: Sámal Paulason, Sjúrður Andreasen, Jan Niclassen, Uni Wardum, Bogi Henriksen, Ivan Weihe og Sigurð Hansen. (Mynd Vagnur)

Sum “eldri” hevur tú til tíðir trupulleikar á skilja, at spælarar knappliga bara skifta felag. Felagskenslan, hvar fór hon? Fyrr vóru tað felagskenslurnar, sum vóru partur í drívmegin hjá spælarum, nú fara spælarar har, flest peningur er at heinta. Hetta mugu vit liva við. Og sjálvt um peningur ikki er inni í myndini, so skifta spælarar eisini felag. Fann í myndasavninum eina mynd frá miðskeiðis í 80 árunum av ungum neistamonnum rópa á neistalið í bestu deildini. Millum teirra eru Uni Wardum, sum spældi nógv ár í Neistanum, men fór í Kyndil. Umframt at spæla á besta liðnum kom hann eisini at venja kyndilslið. Bogi Henriksen, sum vann FM-heitið við Neistanum í 2000, spælir nú við Kyndli. Og Sigurð Hansen, sum var ágrýtin neistafjeppari, men sum seinni gjørdist av ágrýtnastu kyndilsfjepparum. Ja, mangt broytist her á fold, eisini í hondbóltsverðini. Og tað er kanska bara gott. (Vagnur)

One thought on “Úr myndasavninum – Tá ið neistamenn gerast ágrýtnir kyndilsmenn

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s