Toppskjúttin David Edvardsen heldur fram í Neistanum

Vit eru øll fegin um, at David eisini næsta kappingarár spælir á høgra vongi.

Eftir kappingarlok boðaði David Edvardsen frá, at hann nú fór aftur til Danmarkar. Hann ætlaði sær millum annað undir útbúgving. Men fortreytirnar her í lívinum laga seg ikki altíð, sum tú sjálvur ert harri yvir. Fortreytirnar eru broyttar hjá Davidi, tí boðar hann nú frá, at hann eisini næsta kappingarár spælir í Neistanum. Og vit eru meira enn fegin um, at David heldur fram á høgra vongi. David var bara so góður í vetur, hann skeyt útvið 200 mál í lands- og steypakappingni. Umframt at Neistin fór at missa vælspælandi toppskjúttan á høgra vongi, so var eingin vinstrahentur vongur eftir í neistahópinum. Tá ið Heini Hanusarson kom aftur í Neistan, og vinstruhentu spælararnir Carl Herup Olsen og Bogi Berg fóru av landinum, var David fluttur av høgra bakki út á høgra vong. Men David fer nú ongan veg, og neistamenn hava í Heina og Davidi framhaldandi sterkastu høgru síðu í landinum. (Vagnur)

2 thoughts on “Toppskjúttin David Edvardsen heldur fram í Neistanum

  1. Gód tíðindi at fáa, ja.
    Man kundi lært nakað av hasum Danmark-stuntinum!!
    Vælafturkomin og halt á somu leið – ikki bara bara!

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s