Neistamenn royndu seg í frælsum ítrótti á Tórsbreyt

Ári roynir seg í spjótkasti. Hann vann annars 100 m finaluna. (Mynd Vagnur)
Gott lag var á neistamonnum seinnapartin leygardagin. (Mynd Vagnur)
Gott lag á neistamonnum á Tórsbreyt leygardagin. (Mynd Vagnur)
Ári, Tróndur, Finnur, Jens, Sjúrður og Carl Herup renna 100 m finaluna, sum Ári vann. (Mynd Vagnur)
Ári, Tróndur, Finnur, Jens, Sjúrður og Carl Herup renna 100 m finaluna. Ári vann. (Mynd Vagnur)

Neistamenn hava á hvørjum ári serligt tiltak, har menn royna aðrar dygdir enn at spæla hondbólt. Í fjør vóru neistamenn í Vágum, har langur teinur varð gingin. Neistamenn byrjaðu leygarmorgunin 22. mai klokkan tíggju við at eta morgunmat í neistarúminum. Síðani gekk leiðin niðan á Tórsbreyt, har menn skuldu dystast í frælsum ítrótti. Spjótkast, hæddarlop, longdarlop, kúluvarp, klingruvarp og 100 metur renning. Menn fingu stig, og samanlagt gjørdist Heini Hanusarson nummar eitt, Finnur Hansson nummar tvey og Tróndur Kragesteen nummar trý. Heini var bestur í  klingruvarpi, kúluvarpi, og hann leyp hægst. Ári rann skjótast, Tróndur kastaði spjótið longst, og Karl Herup leyp longst. Hvussu nær menn vóru føroysku metunum, sigur søgan einki um. Eftir lokna kapping gekk leiðin til Ára Dam at grilla, og síðani bjóðaði David monnum oman til sín. Menn vóru í góðum lag á Tórsbreyt seinnapartin. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s