Søljan fær betri venjingarumstøður, men spælir óivað ikki í Sunset-deildini

Á aðalfundinum hjá HSF herfyri tók Eina ikki við afturvali. (Mynd Vagnur)
Søljan fær nú betri venjingarumstøður í høllini á Giljanesi. (Mynd Vagnur)

Sandavágs Ítróttafelag hevur í nógv ár arbeitt miðvíst til tess at fáa betri venjingarumstøður í høllini á Giljanesi. Felagið hevur víst á, at tað kann ikki vera rætt, at ungdómsítrótturin má víkja fyri “motiónsfótbólti” í bestu venjingartíð. Vit hava hitt forkvinnuna Einu Gudmundsen.

Tá ið heimasíðan í vetur hevði samrøðu við Einu Gudmundsen forkvinnu í Sandavágs Ítróttafelag, segði hon millum annað, at Søljan og SÍF høvdu ikki nóg góðar venjingarumstøður í høllini á Giljanesi. Felagið fekk rætt og slætt ov fáar venjingartímar til tey ungu, og at “motiónsfótbóltur” var spældur í bestu venjingartíð hjá teimum ungu. Men nú er góð tíðindi at frætta.

– Ja, tað er rætt, at vit hava til fánýtis í nógv ár arbeitt til tess at fáa betri venjingarumstøður í høllini á Giljanesi. Sandavágs Ítróttafelag, Dráttur, Vágaskot og fimleikurin sendu nú felagsskriv til bygdaráðið við ynskinum, at “motiónsfótbólturin” mátti víkja fyri ungdómsítróttinum í kommununi. Og nú bragdaði, og vit eru nøgd. Søljan hevði ellivu tímar í høllini, komandi vetur fáa vit fimtan tímar, sigur Eina.

Í Havn stríddust feløgini við hesum trupulleika fyri nógvum árum síðani. Serliga vóru tað hondbóltsfeløgini, sum vóru ónøgd, tí fótbóltsfeløgini skuldu fáa eins góðar umstøður innandura og hondbóltsfeløgini. Fótbólturin mátti víkja fyri hondbóltinum. Støðan hjá “motiónsfótbóltinum” í Havn er, at hann sleppur framat, tá ið ungdómurin ikki brúkar hallirnar. Heilt seint á kvøldi mitt í viku, leygarmorgun og leygarkvøld, sunnumorgun og sunnukvøld.

At enda spyrja vit Einu, hvussu verður við Søljuni næsta kappingarár?

– Óivað spælir besta liðið hjá Søljuni í 1. deild komandi vetur. Sjálvandi ynskja vit, at felagið er umboðað í Sunset-deildini, men tá ið alt er so óvist við spælarum, so fara vit heldur at royna at spæla okkum upp í Sunset-deildina við ungu spælarunum, vit nú hava. Men sum sagt er endaliga avgerðin ikki tikin enn, og eg haldi freistin at siga frá til HSF er um 1. juli, sigur Eina at enda.

Spælir Søljan ikki í Sunset-deildini, so spæla næsta vetur sjey lið í Atlantic Airways-deildini og sjey lið í Sunset-deildini. Eina Gudmundsen var í stjórnuni í Hondbóltssambandinum, men á aðalfundinum herfyri tók hon ikki við afturvali. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s