Hondbóltssambandið hevði ársaðalfund leygardagin

Leygardagin var bæði ársaðalfundur og limafundur í Hondbóltssambandinum. Lítil broyting fór fram í starvsnevndini, tí næstforkvinnan Eina Gudmundsen tók ikki við afturvali. Í hennara stað kom Margrið Weihe, sum var kassameistari. Starvsnevndin í HSF er nú: Kristian Johansen, formaður, Margrið Weihe, næstforkvinna, Sigvør Matras, afturvald, Eydna Mikkelsen, afturvald og Lasse Borðoy, nývaldur. Skrivari er Jón Kragesteen. Eftir aðalfundin var limafundur um rúgvusmiklu tilmælini til nýggjan kappingarleist. 22 tilmæli frá arbeiðsbólkinum vóru samtykt, meðan trý tilmæli skulu viðgerast enn meiri, sum seinni limafundur skal taka støðu til. Gunn Ellefsen frá H71 vísti á, at tørvur er at savna allar viðtøkur og reglugerðir í HSF. Arbeiðsbólkur varð settur við Gunn Ellefsen, Eydnu Mikkelsen og Onnu Rein. Meira um aðalfundin og limafundin er á lesa á heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s