Eingin útlendskur málverji verður í neistabólkinum

Ári Egason Dam tosar við Terja Nielsen frá Dimmalætting. (Mynd Vagnur)

Neistamenn fyrireika seg nú til komandi kappingaár. Greitt er, at David Edvardsen, Tróndur Kragesteen og Jens Mohr ikki spæla næsta kappingarár. Og ivasamt er við skaddu spælarunum Birgiri Poulsen, sum óivað eisini fer av landinum, Áka Mørk og Jóni Ludvig. Heimasíðan hevur spurt seg fyri í mansbólkinum, og har verður sagt, at møguliga kemur okkurt nýtt andlit í neistabólkin, men talan er ikki um málverja. Greitt er, at danski málverjin Emil Jacobsen ikki verður knýttir at neistabólkinum, tí óivað fer hann, eftir eitt ára steðg, aftur at spæla á høgum støði í Danmark. Tað vil siga, at tað verða Bartal Hansen og Ári Egason Dam, sum fara at verja neistamálið. Spurningurin er so, um hetta er nógmikið, tí kappinarárið er langt, og málverjar kunnu meiðsla seg. Kann Ári ikki spæla, so er ov nógv at leggja alla málmansuppgávuna á herðarnar hjá unga Bartali Hansen. (Vagnur)

2 thoughts on “Eingin útlendskur málverji verður í neistabólkinum

  1. Hey Bartal.

    Hatta er rættur hugburður hjá einum góðum ítróttarmanni, Veruligt vinnara lyndi. Evnini hevur tú, og tekur tú dystin upp, fara royndirnar at gera teg til ein fyrsta flokks málmann.

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s