Viðmerking til rúgvismikið og frálíkt tilfar um nýggjan kappingarleist. (3. partur)

Ungir spælarar skulu fáa nógva dystarvenjing, sigur arbeiðsbólkurin.

Arbeiðsbólkurin sigur í tilmælinum, at deildin u23 skal strikast, og hetta er frálíkt. Nú verður upprættaðar nýggjar  U 20 deildir. Frambrotið í tilmælinum er, at spælarar til og við 21 ár skulu frítt flyta millum deildirnar. Tað vil siga, ungur spælari á Sunset liði ella Atlantic Airways liði kann eisini spæla við 1. deildarliði sama dag. Umráðandi, at ungir spælarar fáa nógva dystarvenjing, og at 1. deildirnar verða nú at rokna sum menningardeildir, sigur arbeiðsbólkurin í tilmælinum. (Vagnur)

Almennar reglur

Frí flyting millum deildir – markið 21 ár

Leikarar upp til 21 ár skulu hava loyvi at flyta frítt ímillum deildir. Her er talan um AA og 1. deild og SS og 1. deild.

Loyvt er at flyta loddrætt og ikki vatnrætt í eini deild, (millum A- og B-lið t.d.) og leikarin skal ikki hava fylt 21 ár innan tann 1. januar í kappingarárinum.

Menningardeildin

Arbeiðsbólkurin mælir til, at 1. deild kemur at eita menningardeildin. Talið av liðum skal helst fylgja SS og AA.

Tað kemur at hava avgerandi týdning at 1. deild spælir beint eftir AA og SS. 1. deild fær ein annan týdning enn fyrr, við tað at deildin meira enn í dag kemur at virkað sum ein “menningardeild” til felagsins AA og SS lið.

U 20 kvinnur og  U 20 menn

Deildirnar U 23 kvinnur og U 21 menn verða broyttar til U 20.

Mælt verður til, at ein nýggj deild kemur í staðin, sum skal eita U 20. Aldursmarkið verður flutt til 20 ár bæði hjá kvinnum og monnum.

Dystirnir kunnu avgreiðast sum vikuskiftiskappingar, leiktir í bólkum, har spælt verður í somu høll somu dagar. Hetta kann millum annað avgreiðast í miðviku, men eisini í frívikuskiftum.

Hetta fer at geva nógvar møguleikar hjá teimum ungu at koma saman og føla seg sum ein part av hondbóltsfamiljuni. Samstundis skapar hetta trivnað og menning fyri ungdómin, og landsliðsvenjarar og venjarar yvirhøvur fáa møguleikan at síggja dystir og spælarar.

At skipa soleiðis fyri, fær man samantvinnað fleiri góð ting.

U 17

Best er, um U 17 kann hava eina A rekkju og eina B rekkju, so hædd kann takast fyri aldursmuni, tí talan jú er um tríggjar árgangir.

U14, U12 og U10

Deildirnar verða óbroyttar.

4 thoughts on “Viðmerking til rúgvismikið og frálíkt tilfar um nýggjan kappingarleist. (3. partur)

  1. Nógv av tí, sum arbeiðsbólkurin er komin við, er sera gott. Eg haldi bara, at broytingin til U20 skuldi verið gjørd til U19, og at U17 skuldi verið U16. Tað gevur eina betri javnvág fyri aldursbólkarnar, útvikling av spælaranum og fysiskt betri javnvág millum spælararnar. Teir spælarar, sum hava evni til at spæla við SS og AA, koma oftani uppá liðið sum 17 – 18 ára gamlir. Viðv. G17 hava vit ikki nóg mikið av liðum til at hava ein A og B bólk, og harafturat eru tað bert 3 ella 4 lið, sum kundu verið í einum A bólki. Tí hevði tað verið nógv meiri mennandi, og vit høvdu fingið eina meira javna og spennandi kapping, við at broytt tað til tveir aldursbólkar til U16 og so tríggjar aldursbólkar til U19. Og so hava vit menningardeildina sum er 1. deild.
    Geir

    Like

  2. So vóru vit aftur samd Geir, hvat er tað ikki stuttligt 🙂
    Sum eg havi skrivað fyrr, so haldi eg at tað hevði verið stuttligt at roynt eina U8 deild, soleiðis at okkar børn í fyrsta og øðrum flokki ikki skuldi spælt í móti fjóra floks børnum, tí tað gevur lítla og onga meining.

    Sigrun

    Like

  3. Hey Sigrun!
    Vit eru púra samd, arbeiðsbólkurin hevur eitt uppskot til U8 tvørtur um vøllin, við 5 leikarum á hvørjum liði, so tað er bara at vóna at feløgini taka undir við hesum.

    Geir

    Like

  4. hey tit bæði

    Púra samd, vit gjørdu jú eina góða roynd í vetur . U 8 tvørtur um vøllin við venjarum sum vegleiðarar. Hetta eiga øll feløg at taka undir við .
    Guðrun

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s