Viðmerkingar til rúgvismikið og frálíkt tilfar um nýggjan kappingarleist (1.partur)

Bestu liðini spæla framhaldandi eftir sama kappingarleisti, tó flytir einki lið í 1. deild.

Hondbóltsfeløgini hava samtykt, at Atlantic Airways-deildin skal víðkast til sjey lið og Sunset-deildin til átta lið. Feløgini hittust til limafundar leygardagin at eftirmeta lokna kappingarár, og á fundinum legði arbeiðsbólkurin eisini fram rúgvismikið tilmæli, hvussu vit á skynsaman hátt næstu árini menna føroyskan hondbólt. Arbeiðsbólkurin var mannaður 2o. mars til tess at snikka saman nýggjan kappingarleist. Tað fall mær tó í eyguni, at samstundis, sum feløgini vilja víðka deildirnar, so er arbeiðsbólkurin á tí áskoðan, at skulu vit fremja tvær góðar kappingar, mugu vit einaferð seinni venda aftur til seks lið í bestu deildunum við niðurflyting og uppflyting.

Tilfarið, sum arbeiðsbólkurin hevur latið úr hondum, er somikið rúgvismikið, at vónleyst er ummæla alt tilfarið í einari grein. Næstu dagarnar fara vit at kaga eitt singur í áhugaverda og frálíka tilmæli frá arbeiðsbólkinum. Í hesi grein nema vit eitt sindur við Atlantic Airways-deildina og Sunset-deildina.

Bestu deildirnar halda fram sum áður, men einki lið flytir niður í næstbestu deildina. Kyndil, StÍF, Neistin, Team Klaksvík, VÍF, H71 og KÍF manna Atlantic Airways-deildina. Spælt verður dupultkapping sum áður, tað vil siga, at liðini spæla 24 dystir í grundspælinum. Tvey tey bestu liðini spæla FM-finaludystirnar. Søljan, Neistin, Kyndil, Tjaldur, VÍF, VB, StÍF og Stjørnan manna Sunset-deildina. Liðini spæla 28 dystir í grundspælinum. Tvey tey bestu liðini spæla FM-finaludystirnar. Einki lið flytir í 1. deild.

Arbeiðsbólkurin kemur við hesum uppskoti, hvussu dystirnir møguliga skulu spælast.

# Atlantic Airways liðini og 1. deild menn skulu spæla beint eftir hvørt annað.

# Sunset liðini og 1. deild kvinnur skulu spæla beint eftir hvørt annað. (Hetta uppskotið er frálíkt, tí í vetur var júst trupulleikin, at Sunset liðini og 1. deild kvinnur ikki spældu eftir hvørt annað, tí avskeplaðist 1. deildin hjá kvinnum)

#Arbeiðsbólkurin hevur uppskot um, at hevur felag lið bæði í Sunset-deildini og Atlantic Airways-deildini og hevur 1. deildarlið, so kunnu øll liðini spæla sama dag.

#Uppskot er eisini um, at liðini í Sunset-deildini og 1.deild kvinnur spæla leygardag, og liðini Atlantic Airways-deildini og 1. deild menn spæla sunnudag. Kvinnurnar og menninir kunnu so deilast um hesar dagar.

#Arbeiðsbólkurin heldur eisini, at feløgini sjálvi kunnu gera av, hvørjar dagar tey ynskja at spæla sínar heimadystir.

Uppflytin og niðurflyting

Arbeiðsbólkurin metir, at menn og kvinnur skulu fyljga sama leisti. Men tað fall mær í eyguni, tá ið í tilmælinum stendur:”Arbeiðsbólkurin er av tí áskoðan, at fyri at fremja tvær góðar kappingar, so skal tali á bestu liðum í bestu deildini koma niður at seks lið, og vit fáa gongd á aftur uppflyting og niðurflyting”. Hetta skal bara fremjast, um tali av liðum einaferð í framtíðini kanska vera níggju lið í bestu deildunum, og kappingarleisturin tá má broytast.

Áhugavert, at arbeiðsbólkurin nevnir hetta, sum undirritaði á sinni byrjaði alt hetta kjakið við um uppflyting og niðurflyting. Nú fáa vit so at síggja, hvussu nýggi kappingarleisturin fer at rigga. Í tilmælinum er nógv áhugavert annað tilfar, sum vit fara at hyggja at næstu dagarnar. Í arbeiðsbólkinum eru Ingi Olsen, Anna Rein, Jústines Justinussen, Jógvan Martin Mørk, Agnas Nielsen og Hallur Danielsen. Aðalfundurin hjá HSF er 15. mai. Limafundurin leygardagin kom til niðurstøðuna, at arbeiðsbólkurin og starvsnevndin í HSF finna saman at gera uppskot til samtyktar at leggja fyri aðalfundin 15. mai. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s