Keðilig neistatíðindi – David Edvardsen fer úr Føroyum

Toppskjúttin David Edvardsen skjeyt heili 200 mál í vetur í landskappingini og steypakappingini. (Mynd Birgir Sondum)

Frálíki høgri vongurin 23 ára gamli David Edvardsen og toppskjúttin í Atlantic Airways-deildini boðar nú frá, at hann gevst at spæla hondbólt í Føroyum á hesum sinni. Serligar umstøður gera, at hann fer úr Føroyum. Millum annað ætlar David, um hann sleppir inn, at útbúgva seg sum løgreglumann. David hevur spælt trý ár í Føroyum, eitt ár við StÍF og tvey ár við Neistanum. Vintrahentir spælarar hanga ikki á trøunum. Fyrst misti neistaliðið vinstrahentu spælararnar Carl Herup Olsen og Boga Berg, sum fóru uttanlands í lestrarørindum,  ja, og nú David Edvardsen. Eisini kunnu vit rokna við, at  Tróndur Kragesteen fer uttanlands í lestrarørindum, so í skrivandi løtu er neistaliðið munandi skert. Men eingin ivi um, at tá ið neistamenn fara á vøllin til fyrsta dystin í heyst, er neistaliðið eins væl mannað, og liðið var í vetur. Okkara heilsa til David Edvardsen: Takk fyri frálík avrik í Neistanum. Tú vart bara so góður í vetur. (Vagnur)

4 thoughts on “Keðilig neistatíðindi – David Edvardsen fer úr Føroyum

  1. Hej David jeg vil ønske dig alt godt i fremtiden, og glæder mig at læse i folketidene hvordan din udvikling forsætter, du har mulighederne, vi har været glade for at have haft dig her, både som spiller og privat, du er altid velkommen

    Like

  2. Hey øll!!!!!

    David E… skoraði einans 199 mál á okkara oyggjum og 15 í miðeuropa “Serbia” og ja tit…. Hann er fantastiskur, og eg kann bara siga eitt??? David var bara tann besti leikarin á liðnum í 2002 hjá NFH, har eg var venjari og kann tað blíva betri, tá maður sum David var 5 besti maður???

    David eg ynski tær alt tað besta, og eg vóni, at tú kemur aftur til føroyskan hondbólt aftur, tí tú hevur alt at berjast fyri her í Føroyum 🙂

    Av teimum størstu og vinaligastu heilsanir
    Big Mac og Kári gubbi

    p.s.
    we love you, and always will ❤ ❤ ❤ ❤

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s