Úr myndasavninum – Hvør er viðmerkjarin Finn Bjørn Guttesen?

Á Noregferð í 1963. Frá vinstru Echardt Persson, Finn Bjørn Guttesen, Tummas Joensen, Símun Johannesen og Elinborg Trónd, ferðaleiðari. FinnBjørn er næst okkum til vinstru við Elvishárinum.

Fólk hava mangan spurt meg, hvør hesin FinnBjørn er, sum skrivar viðmerkingar á heimasíðuna. Tey ungu kenna ikki nú 60 ára gamla havnarmannin, tí hann fór ungur til Danmarkar, har hann giftist danskari hondbóltsgentu úr Odense. Tað var á Danmarkarferðini hjá neistaliðum í 1966, sum íbirti kærleikan millum føroyska hondbóltsdreingin og donsku hondbóltsgentuna. Søgan er henda.

Finn Bjørn Guttesen er uppvaksin úti í Hornabø og er sonur fyrrverandi býarverkfrøðingin Poul Guttesen. Hann er beiggi Rolf Guttesen, sum plagar at skriva greinar í Sosialinum og beiggi Ivy Hansen, sum er mamma Regin Hansen, sum spældi í Neistanum og nú býr í Danmark. Ivy er limur í Stuðlafelagnum Neistanum.

FinnBjørn spældi á dreingjaliðnum hjá Neistnum, sum millum annað var tríggjar vikur langa hondbóltsferð í Noregi í 1963. Eitt gentulið og eitt dreingjalið vóru á serligu ferðini í Noregi. Finn Bjørn flutti so upp í unglingadeildina. Í 1966 fóru eitt gentulið og eitt dreingjalið hjá Neistanum á hondbóltferð til Danmarkar við Tjaldrinum. Ferðaleiðarar vóru Henning og Marna Eysturoy. Finn Bjørn og undirritaði vóru eisini við á áhugaverdu hondbóltsferðini.

Umframt at spæla dystir í Keypmannahavn, gekk leiðin til Odense, har neistaliðini vóru við í stórari uttandurakapping. Eitt kvøldið fóru undirritaði og Finn Bjørn í býin, og har hittu vit tvær danskar hondbóltsgentur Ninu og Lonu. Vit prátaðu og spákaðu, ikki nógv meira enn tað. Henda Nina bleiv so skotin í dreinginum í Hornabø, at hon hevði setti sær fyri, at handa neistadreingin skuldi hon hava.

Neistaliðini fóru úr Odense til Keypmannahavnar og við Tjaldrinum aftur til Føroya. Ikki gekk long tíð, so kom unga danska hondbóltsgentan til Føroya at arbeiða. Hon ætlaði at koma nærri neistadreinginum,  og tað eydnaðist henni at fáa klødnar í Finn Bjørn. Tey fluttu til Danmarkar, har tey settu búgv og fingu trý børn. Nina og Finn Bjørn eiga seks abba og ommubørn.

Finn Bjørn hevur altíð havt nært tilknýti til Føroyar. Hann er málari og hevur seinastu árini verið nakrar mánaðir á hvørjum ári í Føroyum. Finn Bjørn dámar væl at sneyta í gomlum tilfari, og tað hevur heimasíða Neistans fingið ágóðan av. Finn Bjørn og undirritaði hava øll árini verið nærmastu vinmenn. FinnBjørn fylgir ógvuliga væl við virkseminum í Neistanum. (Vagnur)

One thought on “Úr myndasavninum – Hvør er viðmerkjarin Finn Bjørn Guttesen?

  1. Halló vinfólk !
    Eg takki fyri tey vøkru orðini. Eg verði heilt rørdur.
    Tað, sum ikki eydnaðist mær, var at vinna FM við 1. liðnum. Hetta eydnast tíbetur væl í dag, nú mansliðið vinnur FM-heitir.
    Eg mátti taka til takka við dreingja- og unglinga- FM. Men tað var eisini eitt bragd.

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s