Vegna neistaspælararnar takkar Karl Oddmar áskoðarunum fyri dygga stuðulin

Karl Oddmar nærmast á myndini takkar áskoðarunum á FM-degnum.

Karl Oddmar Rasmussen hevur havt ótrúliga nógv at týða fyri neistabólkin í nógv, nógv ár. Hann vann FM-heitið við dreingjum 10 ár í 1981, og so vann hann FM-heitið við besta liði Neistans í 2000, 2008 og 2010. Harumframt hevur hann vunnið tríggjar steypafinalur, í 1994, 2009 og 2010 . Nú gevst hann óivað at besta liðnum hjá felagnum. Tað verður torført at finna person, sum kann traðka í sporini hjá Karl Oddmari. Tú kanst lesa tøkkina frá eldsálini niðanfyri. (Vagnur)

Tøkkin frá Karl Oddmari.

Eg vil fegin vegna spælararnar inniliga takka fyri tann megnar stuðul og stríð øll tit rundan um liðið løgdu fyri dagin í sambandi við farna árið, og serliga endabrestin finalurnar. Eingin ivi er í míni sál, at avrikið hjá áskoðarum Neistans á finaludøgunum átti sín stóra lut í, at so nógvir av spælarunum  eydnaðust í tí, teir gjørdu á vøllinum.

Somuleiðis sum tit hálaðu eina positiva útstráling úr hvørjum einasta spælara. Vit fingu gásahold longu í upphitingini, og rómurin frá áskoðarunum fór í merg og bein.

Og so til myndina av báðum steypinum. Ja, heilt ótrúliga vøkur er greipan, – absolut vert at leggja myndina av gleðisrúsinum væl í geyma, sum drívmegi til framtíðar stríð at náa somu ella størri málum. Enn eina ferð takk fyri eitt ógloymandi upplivilsi fyri okkum til øll neistafólk.

Vegna spælararnar

Karl Oddmar Rasmussen

One thought on “Vegna neistaspælararnar takkar Karl Oddmar áskoðarunum fyri dygga stuðulin

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s