Minihondbólturin endaði við stuttligari postarenning

Hugagóðu børnini avmyndað í Gundadalshøllini.

Í gjár mándagin 22. mars var seinastu ferð á hesum sinni, at minihondbóltur hjá Neistanum var í Gundadalshøllini. Endabresturin var ein postarenning í høllini. Ætlanin var, at postarenningin skulu fara fram úti, men veðrið var ikki til vildar. Børnini vóru fegin um postarenningina. Eftir venjingina vóru øll børnini í Neistahølinum, har tey fingu hotdog og sunkist. Millum 40 og 60 børn hava verið til minihondbólt í vetur, og nú fer minihondbólturin í summarfrí. Malan Mohr hevur aftur í ár havt høvuðsábyrgdina og Harriet á Lava og Ruth Heen hava hjálpt til. Harnæst hava ymisk foreldur givið hjálpandi hond. Frálíkt venjaratoymi hevur framt frálíkt arbeiði í vetur, sigur nevndarlimur. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s