Frágreiðing frá venjara – Neistin eigur nógvar góðar ungar spælarar

Neistin dr 10 a. St.f.v: Jógvan Martin Mørk, venjari, Rani Allanson Dalsgarð, Julian Kass, Ragnar Samuelsen, Rói Mørk Hentze og Karl Martin Olsen. Húkandi f.v: Pál Niclasen, Jens Guttesen, Bartal S. Hansen, Tóki Joensen og Rógvi Joensen.
Neistin dr 10 b. St.f.v: Jógvan Martin Mørk, venjari, Dánjal Ragnarsson, Julian Kragesteen, Bartal Dam Gregoriussen, Jón á Argjaboga, Tróndur Mikkelsen og Jón Kragesteen, venjari. Húkandi f.v: Símun Fríði Nielsen, Hákun Weihe, Bjartur Hansen, Verner Restorff Olsen og David Thomassen.
Dreingir 10 c: St.f.v: Dánjal Berg, Jónas Mohr Joensen, William Klein, Hávar Patursson og Súna Mørk, venjari. Húkandi f.v: Petur Haraldsen, Ári Dam Lindberg, Óla Jákup Christiansen og Rúni Rasmussen. Fremst málverjin Gilli Samuelsen.

Landskappingin hjá teimum 10 ára gomlu av, og  FM-vinnarar og onnur hava fingið síni heiðursmerki og steyp. Í Neistanum eru venjarar og vit onnur væl nøgd, tí umframt at lið hava vunnið heiðursmerki og steyp, so fegnast vit um, at tað skortar ikki við nógvum góðum spælarum í felagnum í hesum aldursbólki. Eitt er at vinna heiðursmerki og steyp, annað er at børnini trívast, eru glað og mennast. Súna Mørk, sum er ein av venjarunum hjá teimum 10 ára gomlu dreingjunum sigur soleiðis við heimasíðuna.

C-liðið endaði á 3. plássi í b-bólkinum. Tað sum er stuttligt við hesum liði er, at vit eftir at kappingin var byrjað avgjørdu at gera eitt c-lið. Tað blivu so nógvir dreingir til venjing, at tað gekk yvir nógvar dreingir, at teir ikki sluppu at spæla dystir, skuldu sita yvir o.a. Tí avgjørdu vit at gera eitt lið afturat og bleiv tað c-liðið. Teir flestu av dreingunum eru eldri dr.10, tveir av teimum eru yngri  dr.10.

B-liðið endaði á 5 plássi í b-bólkinum og hava eisini víst nógvar góðar taktir, sum heilt víst fara at koma teimum tilgóðar næsta ár. Teir hava allir eitt ár eftir í dr.10

A-liðið endaði á 2.plássi í harðari kapping við bæði VÍF og H71. Ein sera spennandi og stuttligt kapping millum hesi lið. Stig eru vunnin fra hvørjum øðrum, og einki var avgjørt fyrr enn síðsta umfarð har (eg meini) at gull, silvur og bronsumedaljan kundi enda hjá øllum hesum trimum liðunum. STíF og H71b hava, hóast tey hava tapt móti okkum, so hava tey givið okkum mangan skarpan gang, og tað er soleiðis tað skal vera 🙂 Dr.10 a hava verið ídnir, glaðir og møtt væl upp til venjing.Stuttligt hevur verið og vant og fylgt dreingunum – vit eiga nógvar ungar evnaríkir hondbóltsspælarar í Neistanum 🙂

Foreldur og systkin hava eisini víst sín stóran áhuga og hjálpt væl til, tá ið heitt hevur verið á tey. Tað er so nógv lættari at arbeiða í einum felagi, tá ið øll taka eina hond í. Uttan tey hevði tað neyvan gingið. Tað, sum kanska onkur ikki hugsar um, tað er, at tað einstaka barnið gerst betur og glaðari, tá ið tey síggja og merkja at foreldur vísa sín áhuga – tað hevur so ómetaliga´stóran týdning. Venjarnir takka fyri eitt spennandi og gevandi kappingarár. (Vagnur)

One thought on “Frágreiðing frá venjara – Neistin eigur nógvar góðar ungar spælarar

  1. Ja eitt er heilt vist, at dr10 trívast, mennast og hava tað stuttligt.
    Góðu Súna og Jógvan Martin tað er tykkum fyri takka, tit gera eitt megnar arbeiði, og eiga stórt rós uppiborið, stuttligt at fylgja við dreinginum. Vónandi halda tit áfram.
    Gleði meg at fara til Partille saman við tykkum øllum.
    Guðrun Patursson

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s