Liðavrik av neistakvinnum í Vági. VB-Neistin 19-27 (8-13)

Neistakvinnur spældu væl í høllini í Vági. (Mynd Torfinn Smith)

Neisin setti seg á dystin beinanvegin. Serliga verjuparturin riggaði væl allan dystin við góðum málmansspæli, sum gjørdi, at Neistin fekk tað at ganga lættari í álopunum. Hóast VB stríddi seg til fleiri brotskøst, og Neistin við hesum fekk nakrar útvísingar, so var hetta ikki nóg mikið til, at VB kundi gera nakað við Neistan. Seinnu helvt at seinna hálvleiki valdu Birgir og Sigrun at brúka tær yngri kreftirnar á liðnum, sum eisini hildu stand. Eitt gott liðavrik í Vági hjá neistakvinnum. Málskjúttar Neistans:  Anja 5, Birita 5 og Unn 5, Lina 4, Jacklin 3, Katrin 2 og Rakul A 1, Rakul M 1 og Unnur 1 mál. Málskjúttar VB:  Migle 6 mál, Una 5, Kristina 3, Bára 2, Sára 2 og Rannvá 1. (K)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s