Føroyameistararnir H71 við rygginum ímóti múrinum

Kyndil og KÍF spæla sunnudagin kl. 18 í høllini í Havn.

Støðan menn

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 15 484 397 87 24
2 KÍF 15 392 408 -16 15
3 H71 15 400 407 -7 13
4 StÍF 15 400 412 -12 13
5 Kyndil 15 358 409 -51 13
6 VÍF 15 441 442 -1 12

// < ![CDATA[
// < ![CDATA[
// < ![CDATA[
// // < ![CDATA[
// < ![CDATA[
// < ![CDATA[
// // < ![CDATA[
// < ![CDATA[
// < ![CDATA[
// // < ![CDATA[
// < ![CDATA[
// < ![CDATA[
// // < ![CDATA[
// < ![CDATA[
// < ![CDATA[
// < ![CDATA[
//

Støðan kvinnur

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Tjaldur 16 473 354 119 29
2 Stjørnan 15 440 298 142 27
3 Neistin 15 394 372 22 16
4 VÍF 15 355 421 -66 8
5 StÍF 15 357 445 -88 8
6 VB 16 341 470 -129 4

// < ![CDATA[
// < ![CDATA[
// // < ![CDATA[
// < ![CDATA[
// // < ![CDATA[
// < ![CDATA[
// // < ![CDATA[
// < ![CDATA[
// // < ![CDATA[
// < ![CDATA[
// < ![CDATA[
//

Sunnudagin fara Sunset liðini og Atlantic Airways liðini undir fjórða og seinasta umfar í landskappingini. Fimtan av tjúgu dystum eru spældir. Hjá kvinnunum er longu greitt, at Stjørnan og Tjaldur spæla finaludystirnar um FM-heitið. Sunnudagin klokkan 14.30 spæla VÍF og StÍF í Vestmanna, Kl.15 Stjørnan og Tjaldur í Klaksvík og kl.15 VB og Neistin í Vági. Hjá monnunum spælast avgerandi dystir, tí tapir H71 fyri Neistanum í Hoyvíkshøllini sunnudagin kl. 16 og KÍF vinnur á Kyndil kl.18 í høllini í Havn, so halda kollfirðingar beina kós í FM-finaluna.  Í Vestmanna er dystur kl 16 millum VÍF og StÍF, tapir VÍF dystin, so er VÍF ikki við í kappingini um seinna finaluplássið. Men mítt boð er tó, at H71 vinnur dystin á Neistanum,  Kyndil vinnur á KÍF, og VÍF vinnur á StÍF. Spennandi, hvussu stigatalvan sær úr eftir dystirnar sunnudagin. Higartil havi eg ikki gitt rætt alt umfarið, men er spæligleðin hjá neistamonnum ikki batnað síðani dystin ímóti VÍF, so fáa neistamenn heilt vist trupulleikar í Hoyvíkshøllini. Eg rokni framvegis við, at vit skulu finna seinna finaluplássið við innanhýsis úrslitum millum tvey lið. Hvørji eru so liðini, talan er um ?  (Vagnur)

4 thoughts on “Føroyameistararnir H71 við rygginum ímóti múrinum

  1. Góði Tróndur.
    Bjartskygni hjá okkum er størri enn hjá Vagnuri, og vit hava treytaleyst álit á, at vilja tit vinna, so vinna tit. Spurnigurin er, um tit vilja tað nóg nógv. Vit vita hvat tit duga, og hvørjum tit standa fyri. Vísið okkum at tit vilja vinna. Krøv hava vit ongi til tykkara, tey eiga tit sjálvir at seta tykkum. Vit stuðla tykkum av fullum huga, og vóna tað besta. Menn eitt skulu tit vita, tit koma ikki sovandi til sigurs ímóti nøkrum liði í Atlantic Airways deildini, tí eisini tey hava hópin av evnaríkum spælarum. Við ynski un góðan dyst sunnudagin, bæði til tykkum og H71.

    Vinarlig heilsan

    Nevndin

    Like

  2. Góði Tróndur
    Tá ið ein gomul rotta sum eg í ítróttaskriving meti um, hvussu fer at ganga næsta dysti hjá neistamonnum, so er “dagformurin” hjá liðunum avgerandi, hvørja niðurstøðu eg taki. Tá ið eg haldi, at H71 vinnur dystin í Hoyvíkshøllini sunnudagin, so havi eg dystin ímóti VÍF í huga. Balli Mohr var spurdur í útvarpinum, um VÍF hevði uppiborið at vinna dystin á Neistanum. “Vestmenningar vildu meira vinna”, segði Balli. Fara neistamenn í Hoyvíkshøllina sunnudagin við vantandi spæligleði, sum seinasta sunnudag ímóti VÍF, og H71 stríðist við rygginum ímóti múrinum, ja, so tapir Neistin dystin. So einfalt er tað. Men vilja Tróndur og hinir neistamenninir veruliga vísa sunnudagin, at Neistin er eitt topplið og vil spæla sum eitt topp lið ímóti H71, skal eg vera fyrstur at taka orðini aftur í meg. Nú eru fjúrtan dagar síðani steypafinalusigurin, sum vit eru fegin um, men neistaarmarnir mugu koma niðuraftur og farast má aftur í arbeiðshandskarnar. Tróndur, vísið nú í verki, hvussu tit kunnu spæla hondbólt. Talan er ikki um svartskygni hjá Vagni, men bara staðfestingar eg borðreiði við á heimasíðuni.

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s