Formaðurin í dómarafelagnum – Vit eru á rættari kós, men ynskja fleiri dómarapør

Vit skulu miðvíst betra um arbeiðsumstøðurnar hjá dómaranum, sigur Karstin. (Mynd Birgir Sondum)

Karstin Joensen er formaður í hondbóltsdómarafelagnum. Tú skalt ikki tosa nógvar minuttir við mannin, so merkir tú, at her er talan um persón, sum vil nakað á dómaraøkinum. – Mín uppfatan er, at allir dómarar, sum døma í bestu deildini, taka uppgávuna í fullum álvara. Vit hava góða eygleiðaraskipan, sum kann gerast enn betur, sigur Karstin millum annað í samrøðuni niðanfyri.

Hondbóltsdómarafelagið er undirdeild í HSF. Limirnir í felagnum eru dómarar, sum døma í bestu deildini, og endamálið er royna at menna okkara dómarar og gera korini hjá dómarum so góð sum møguligt. Tað er klaksvíkingurin Karstin Joensen, sum nú býr í Runavík, sum setir dómararnar í Sunset og Atlantic Airways kappingini. Karstin dømdi sjálvur í bestu deildunum í fleiri ár, og nú stendur hann á odda at menna føroyska døming. Vit spyrja fyrst Karstin, hvussu stendur til á dómaraøkinum í løtuni.

– Eg haldi, at allir dómararnir, sum døma í bestu deildunum, taka uppgávuna í stórum álvara. Dómararnir hittast javnan at taka samanum og terpa dómarareglurnar, so teir ikki standa fastir og ivast á vøllinum. Sjálvandi kundu vit ynskt okkum fleiri dómarapør, men fólk kunnu ikki bara koma inn frá gøtuni og døma í bestu deildunum. Eg taki ikki undir við, tá ført verður fram, at HSF skal seta krøv til feløgini, sum sigur, at útvega feløgini ikki dómarapør, so sleppa tit ikki at spæla í kappingini. Tvinga vit fólk at døma, sum ikki tíma, so fellir dómaradygdin.

– Vit ganga ógvuliga høgt uppí, at dómararnir í dómarafelagnum eru uttanveltaðir. Teir skulu ikki venja lið í eldri deildum ella vera nevndarlimir í feløgum. Vit hava eygleiðaraskipan, sum virkar væl, og dómarar fáa at vita eftir lokið avrik, hvat var gott, og hvat var minni gott í dystinum. Dómarafelagið skal alla tíðina menna eygleiðaraskipanina, sigur Karstin.

– Eg seti dómarapørini til dystirnar í bestu deildunum, men í 1. deild verður feløg sett at døma dystirnar. Hetta taki eg mær eisini av. Spælir tildømis Neistin og Kyndil, so dømir H71 kanska dystin. Dómarapørini í bestu deildunum ynskja helst ikki at døma í 1. deild, sum oftast verða spældir eftir Atlantic Airways ella Sunset dyst.

– Eg haldi, vit eru á rættari kós. Vit hava vantað dómarar í nógv ár, men broyttu vit leikumførini, so stóðu vit ikki uttan dómarar fleiri vikuskifti. Vit áttu at toygt einstaka leikumfarið, so tildømis øll mansliðini ikki spældu samstundis. Hetta er afturvendandi ynski frá spælarum, venjarum og dómarum. Tey vilja síggja hini liðini spæla, sum ikki letur seg gera, um øll liðini spæla samstundis. Vit vilja jú øll síggja so nógvan hondbólt, sum nú einaferð tilber, sigur Karstin.

– At enda vil sleppa at siga, at tað er ógvuliga týdningarmikið, at dómarar verða sakliga viðgjørdir á vølli eftir dyst og í fjølmiðlunum. Vit mugu syrgja fyri, at dómarar ikki verða niðurgjørdir og “stemplaðir”. Dómarar døma eftir besta førimuni, men taka eisini skeivar avgerðir. Men tað gera spælararnir so sanniliga eisini. Vit skulu øll virða hvør annan bæði á vølli og uttanfyri vøllin. Gera vit tað, so mennist hondbólturin, og tað verður stuttligt hjá dómarum at døma dystirnar og hjá spælarum at spæla dystirnar, sigur Karstin Joensen at enda við heimasíðuna. (Vagnur)

One thought on “Formaðurin í dómarafelagnum – Vit eru á rættari kós, men ynskja fleiri dómarapør

  1. Eg haldið, at vit framyvir áttu at havt óheftar dómarar heilt niður í G og D 17 A.
    HSF átti eftir mínum tykki sett dómarar til allar dystir í G og D 17A, U21 og U23 umframt 1. deild hjá monnum og kvinnum. Íalt snýr tað seg um uml. 300 dystir um árið. Um samsýningin t.d. var kr. 400 pr. dyst er tað íalt kr. 120.000, at deila millum feløgini. Nøkur feløg samsýna longu nú dómarum niður til og við 17 ár.
    Á hendan hátt høvdu vit fingið feløgini aktivt inn í rekrutteringina av dómarum.
    Krøvini frá HSF kundi t.d. verið, at feløgini, alt eftir stødd, høvdu so og so nógvar dómarar, sum samstundis skuldu ígjøgnum eitt generelt dómaraskeið.
    Kom eitt dómarapar ígjøgnum hesa skipan av og á var grundarlagið undir dómarafelagnum og góðskuni í føroyskari døming nógv betur.
    Skipanin kann byggja á landafrøðiliga uppdeiling, soleiðis at t.d. Norðoyggjar og Eysturoy eru saman og Streymoyggin fyri seg. Í Suðuroy er helst neyðugt at gera eina serskipan ella okkurt slag av undantaki.
    Um kappingarnevndin samstundis longu í oktober legði kappingina fyri restina av árinum og eisini helt uppat við at nýta alla orkuna at flyta dystir aftur og fram, so hevði føroyskur hondbóltur tikið risafet framá.

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s