Úr myndasavninum – Tá ið Sverri rýmdi við steypinum

Unglingalið Neistans 1966. Aftast f.v: FinnBjørn Guttesen, Sverri Wang, Kristjan á Neystabø, Sverri Durhuus, steypagevari, Tønnis Wardum og Steinbjørn Slættanes. Húkandi f.v: Vagnur Michelsen, Echardt Persson, Kristjan Samuelsen og Haraldur Kjeld.

Unglingaliðið hjá Neistanum var í 1966 boðið til steypadyst í Vestmanna. VÍF og Neistin vóru jøvn lið, og vit høvdu trupulleikar at vinna í Vestmanna, sjálvt um vit vunnu FM-heitið hetta árið. Mín góði hondbóltsvinur Sverri Durhuus var serligur áskoðari, tí hann mest sum gekk ov høgt upp í hondbóltsspælið sum áskoðari. Hann var vísir í, at steypið, sum hann hevði keypt til dystin, fór VÍF at vinna. VÍF vóru favorittar at vinna steypið. Men við seinasta bríksl lógu vit tvey mál omaná. Steypið skuldi nú handast okkum,  men har var einki steyp, tí Sverri var rýmdur heim í bygdina við steypinum. Hann var keddur, tí VÍF ikki vann dystin og harvið steypið.  Alt spældi tó væl av, Sverri kom aftur við steypinum, sum varð  handað okkum. Sverri var ikki sørt errin, tá ið hann bleiv avmyndaður saman við neistaspælarunum. Tað regnaði henda dagin. (Vagnur)

4 thoughts on “Úr myndasavninum – Tá ið Sverri rýmdi við steypinum

  1. Góð søga – Sverri man vera av mest heilhjartaðu hondbóltsáskoðarum nakrantíð !

    Á jóansøku á Tvøroyri í 1977 hendi nakað líknandi. Eitt steyp, sum varð givið til ognar til vinnandi 10-mannafarið – óivað tí at Suðuroyingurin hevði vunnið stórt á undanfarnu stevnunum – hvarv við honum, sum hevði latið steypið, tá Havnarbáturin vann róðurin.
    “Den glade giver” sendi tó steypið til Havnar við postinum aftaná jóansøku !

    Ringt at uppliva tá stórar vónir um sigrar eru brostnar – tað kenna vit øll til, uttan tó at ríma við steypinum ! Hevði tú rímt við tí ?

    Like

  2. Eg minnist væl handan dystin. Tað regnaði av grimd. Vøllurin var eitt stórt runudíki. (Áðrenn asfalt). Og so varð farið út á Centrum Cafeteria at feira. Citrónvatn og chips!

    Like

  3. Henda dystin nevnir gubbi mín í Vestmanna, Heini Johansen, altíð, tá vit hittast. Gloymir ikki rokið, ið var aftaná. Heini er, hóast nógv ár í Vestmanna, neistaviðhaldsmaður.

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s