Blagoje Buha – Vit skuldu ongantíð verið farin úr Føroyum

Blagoje Buha, Jugoslav Djumic, Jens Mohr og Dan Thorleifsson fegnir eftir steypafinaluna. Buha og Dan vunnu FM-heitið við Neistanum í 2008. (Mynd Birgir Sondum)

Í mai mánað í fjør fór familjan Buha aftur til Serbia eftir seks góð ár í Føroyum. Tey dámdu ógvuliga væl í Føroyum, men ynskti sonurin Misho skuldi fyrstu ferð í skúla, og eldri sonur Alex skuldi í miðnámsskúla. – Skuldu vit aftur til Serbia, so mátti tað vera nú, søgdu Blagoje og Kornelia Buha. Men nú er Buha aftur í Føroyum, hann hevur fingið gamla starvið aftur hjá Poul Hansen. Kornelia var herfyri í Føroyum og er farin aftur til Serbia eftir báðum dreingjunum. – Vit skuldu ongantíð verið farin aftur til Serbia, vit longdust rætt og slætt øll fýra aftur til Føroya, so einfalt er tað, sigur Buha. Um ein mánað er familjan aftur savnað á klettunum, og tað eru vit øll í Neistanum ógvuliga fegin um. Buha er ein av okkara, og hann hevur longu spælt ein dyst í 1. deild. Sonurin Alex spældi eisini í Neistanum. Vælafturkomin øll fýra. (Vagnur)

One thought on “Blagoje Buha – Vit skuldu ongantíð verið farin úr Føroyum

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s