Birgir nøgdir við nógv í dystinum hóast tap í Klaksvík

Neistakvinnur avmyndaðar eftir dystin ímóti Stjørnuni: St.f.v: Anja, Lina, Fríða, Elin, Katrin, Ruth, Jacklin og Rakul. Fremst f.v: Birgir, venjari, Birita, Unnur, Unn, Bára, Lovisa, Solveig, liðleiðari, Bára og Sigrun, venjari. Marjun vantar á myndini. (Mynd Høgni)

Neistakvinnur taptu 29-18 fyri Stjørnuni í Klaksvík. Vit hava hitt venjaran Birgir Hansen og spurt hann, hví neistakvinnur ikki megnaðu at fylgja Stjørnuni, tí hálvleikstøðan var bara 11-5, og tá høvdu neistakvinnur misnýtt fleiri upplagdar málmøguleikar. Venjarin sigur soleiðis um avrikið í Klaksvík.

– Neistakvinnur vóru uppsettar til dystin og vóru ógvuliga ágrýtnar frá byrjan. Eingin munur var á liðunum í fyrra hálvleiki, okkara kvinnur stríddist væl, men misnýtti alt ov nógvar málmøguleikar, ja, vit fáa bara fimm mál í fyrra hálvleiki. Spell, tá ið vit spæla okkum til nógvar málmøguleikar. Rættvísa úrslitið í hálvleikinum var kanska 11-9 til Stjørnuna.

– Fyrst í seinna hálvleiki skrædnaði, tí Stjørnan fekk sjey skjótálop á rað, tí neistakvinnur vóru ov seinar aftur at verja ella runnu ikki rætt aftur at verja. Hetta var fyrst og fremst munurin á liðunum sunnudagin. Hagtølini siga, at skjótálopini góvu Stjørnuni 14 av teimum 29 málunum. Tá neistaverjan var á pláss, høvdu vit gott taka á álopinum hjá Stjørnuni, sigur Birgir.

Birgir hevur í hálvttriðja ár vant H71 og hevur bara í eitt stutt skifti vant kyndilskvinnur, hvussu dámar honum at venja neistakvinnur?

– Mær dámar væl at venja neistakvinnur, tað er stutligt at koma til venjing, tí kvinnurnar eru positivar og raskar. Vit hava arbeitt nógv við verjuspælinum, og vit skulu fáa nógv annað á pláss, áðrenn vit veruliga bjóða teimum góðu av. Men tað ætla vit næstu dystirnar, sigur Birgir í stuttari viðmerking eftir dystin. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s