Kyndil og Neistin spæla leygardagin klokkan 17

Jugoslav og Ingi mugu veruliga spenna seg út, skulu teir vinna á Kyndli leygardagin.

Eftir steðg í tvær vikur leggja liðini í Atlantic Airways til brots aftur um vikuskiftið. Óivað er spenningur í øllum legum, tí bara eitt stig er millum VÍF, Kyndil, StíF, H71 og KÍF um at koma í finaluna um FM-heitið. Leygardagin klokkan 17 spæla Kyndil og Neistin í Havn, sunnudagin klokkan 16 spæla StíF og KÍF á Skála og H71 og VÍF í Hoyvíkshøllini. KÍF og VÍF eru í góðum stima í løtuni, og spennandi, hvussu StíF fer at standa seg við nýggjum venjarum, og hvussu er við nýggja litaviska spælararum hjá H71? Í Neistanum venda vit sjálvandi eyguni ímóti dystinum leygardagin millum Kyndil og Neistan. Neistaspælarar skulu prógva, at teir kunnu vinna Kyndil uttan Heina Hanusarson, sum fekk skaða í landsdysti. Mítt boð er, at KÍF vinnur dystin á Skála, VÍF vinnur í Hoyvíkshøllini, og Kyndil og Neistin spæla javnleik í Havn leygardagin. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s