Vit royna at fáa fatur í tilfari hjá ungu liðunum

Venjarar og foreldur mugu hjálpa at útvega tilfar til heimasíðuna.

Vit hava biðið foreldur og venjarar um hjálp at útvega tilfar frá teimum yngru deildunum, tí Jón og Vagnur, sum lata alt tilfarið til heimasíðuna, kunnu ikki vera allastaðni. Tey ungu kunnu sjálvandi fylgja liði sínum undir úrslit og støður, men tey ungu skulu sjálvandi eisini hava pláss á heimasíðuni. Og nú fingu vit so fyrsta tilfarið sendandi frá eini mammu, sum var til steypakappingina hjá dreingjum 10 ár í Kollafirði um vikuskiftið. Vit takka fyri tilfarið. (Vagnur)

Steypakappingin hjá dreingjum 10, bólkur a.

Steypakapping hjá dreingjum 10, var leygardagin 9/1-10. Í Kollafyrði spældu Neistin a, VÌF a, Kyndil og KÌF fyrstu dystirnar. 

Neista-dreingirnir byrjaðu heldur varnir ímóri VÌF a. Liðini vóru jøvn, men av tí at VÌF-dreingirnir vóru ágrýtnari í álopinum, samstundis sum tað ikki gekst so væl hjá Neistanum at fáa bóltin í málið, so vann VÌF dystin 3-1.Annar dysturin var ímóti Kyndli, og á hesum báðum liðunum var stórur munur. Okkara dreingir vóru nógv betri; málmaðurin tók alt, og mál vóru skotin av øllum plássum, og teir vunnu stórsigur 11-0. 

Síðsti dysturin var ímóti KÌF, og vit áskoðarar væntaðu ein sera spennandi dyst, tí dysturin millum VÌF a og KÌF endaði við javnleiki 5-5. Men Neista-dreingirnir vóru óførir hendan dystin. Verjan var sera góð, og teir koyrdu á í álopinum. Endin var eisini at teir vunnu 8-3. Hesi úrslitini høvdu við sær, at Neistin-a endaði á øðrum plássi í hesum umfarinum, júst sum síðsta umfar, og tí halda teir eisini fram í steypakappingini. 

Øll úrslitini í bólki a:

Kyndil – KÌF                 1-10

VÌF a – Neistin a          3-1

KÌF – VÌF a                  5-5

Neistin a – Kyndil      11-0

Kyndil –VÌF a              2-6

KÌF – Neistin               3-8

One thought on “Vit royna at fáa fatur í tilfari hjá ungu liðunum

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s