Spælarar mugu tola, at heimasíðan eisini finst at

Fjølmiðlarnir eru eisini partur av hondbóltspallinum.

Í seinastu hava nakrar atfinningar verið, tí heimasíðan kanska hevur gingið nøkrum av okkara spælarum ov nær. Her er at siga, at talan er um bestu hondbóltsliðini í felagnum, og tí mugu og skulu spælarar tola, at fjølmiðlar fara inn í “spælið” og skriva um, hvat er gott, og hvat er minni gott. Eingin spælari verður niðurgjørdur persónliga, talan er bara um, hvat viðkomandi avrikar á vøllinum. Hetta er partur av hondbóltsspælinum. Vit, sum skriva á heimasíðuni, hava spælt hondbólt í bestu deildini í nógv ár, hava verið venjarar hjá øllum deildum, eisini bestu deildum. Og fyri mítt viðkomandi havi eg skrivað um ítrótt í bløðum, framleitt ítróttasendingar í útvarpi og sjónvarpi. Tí haldi eg meg hava førleika at skriva um hondbólt og veit, hvar greinsan gongur, eisini tá talan er um okkara egnu spælarar. Vit seta navn undir hvørja grein, og eingin sleppur at gera viðmerkingar til greinar á heimasíðuni, uttan navn fylgir við.  So einfalt er tað. (Vagnur)

One thought on “Spælarar mugu tola, at heimasíðan eisini finst at

  1. Tað er púra rætt Vagnur.
    Ein góð heimasíða er ein heimasíða, ið skrivar um dystir og hendingar. Og tað er júst tað hendan síðan prógvar. Og sjálvandi skulu meiningar um dystir og avrik skrivast út á okkara heimasíðu.
    So Vagnur og tit sum skriva, KOYRI Á, vit kunnu bara læra av tykkara meiningum.
    Vinarliga Sigrun

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s