Vagnur seksti

VagnurÍ dag, jólaaftan, fyllir Vagnur seksti.

Tað er ikki ov nógv sagt, at Vagnur hevur ómetaliga stóran týdning fyri Neistan og hevur havt tað í nógv ártíggju. Og uttan iva hevur Neistin havt stóran týdning fyri Vagn, felagið hevur havt djúpar røtur í upphavi hansara, pápin var ein av stovnarunum og elsta núlivandi fólk, sum hevur leikt við Neistanum, er mamma hansara, sum er farin um tey níti.

Ætlanin er her ikki at reksa alt upp, sum Vagnur hevur verið við til í Neistahøpi – í øllum førum hevði tað verið drúgvur lesnaður. Men, sum leikari, venjari, dómari, nevndarlimur og formaður, bæði í sjálvum felagnum og seinni í stuðlafelagnum, sum hann gekk á odda at stovna, hevur Neistin átt eina eldsál, sum onnur feløg uttan iva munnu øvunda okkum. Millum nýggjastu tiltøkini hjá Vagni í Neistanum er henda heimasíðan,sum hann hvønn einasta dag dagførir við áhugaverdum og spennandi lesnaði og ikki minst myndum. Millum nógvar stórar og orkukrevjandi verkætlanir, sleppa vit ikki undan at nevna Neistahøllina, sum tað í hesum døgum verður grivið út fyri. Her hevur hann saman við øðrum gingið á odda fyri at savna pening, soleiðis at Neistin í dag í minsta lagi kann leggja kravda eginpeningin á borðið fyri høllina – eitt avrik, sum tað verður torført at gera eftir

Sum ungur fór Vagnur í læru sum bilmekanikari. Seinni tók hann læraraprógv og meginpartin av arbeiðslívinum hevur hann arbeitt í Eysturskúlanum, har hann var høgt í metum sum ein dugnaligur og engageraður lærari.

Vagnur60a
Vagnur in action fyri heimasíðuna

Skuldi tú lýst Vagn við einum orðið, so vildi júst orðið engageraður verið eitt gott val. Og tað er ikki bara í Neistanum, at Vagnur hevur verið engageraður. Áhugin strekkir seg yvir øll samfelagsviðurskifti og hevur hann hildið, at tað skuldi til,  hevur hann ikki aftrað seg at komið fram alment við sínari hugsan, ofta við at skriva lesarabrøv.

Sum skilst er Vagnur burturstaddur og tí verður ikki høvi at hitta hann hátíðardagin, sum jú hvørt ár fellur saman við einum øðrum hátíðardegi.

Eg vil tí enda við hesari føðingardagsheilsu:

Góði Vagnur, hjartaliga tillukku við teimum seksti árunum – við ynski um nógv góð ár afturat.

Somuleiðis ynski eg tær eini gleðilig jól saman við Rannvá, børnum, abbabørnum og familjuni annars.

Vh Jón

35 thoughts on “Vagnur seksti

  1. Góði Vagnur
    Hjartaliga tillukku við degnum, Vagnur.
    Eisini ynskja vit tær, Rannvá, børnum og abbabørnum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.
    Blíðar heilsanir
    frá okkum
    Jógvan Martin, Ruth og Terji

    Like

  2. Hjartaliga tillukku við føðingardegnum Vagnur!
    Alt tað besta og eini gleiðilig jól.
    Tað er ein sonn frøði at spæla fyri felagið tá man hevur eldsálir sum teg til at bakka upp!
    Heilsan Ári Egason Dam

    Like

  3. Góði Vagnur
    Hjartaliga til lukku við degnum
    Eisini ynskja vit tykkum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár
    Heilsan.

    Maria, Harryet, Herbjørn og Julian

    Like

  4. Góði Vagnur,
    Hjartaliga til lukku við tí runda degnum !
    Vónandi heldur tú fram í nógv ár afturat, tí eitt so stórt felag sum Neistin,
    hevur brúk fyri sonnum eldsálum.
    Tær og familju tíni verður ynskt eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár !
    Heilsan, Jákup Hanusson

    Like

  5. Góði Vagnur
    Hjartaliga tillukku við føðingardegnum
    Vónandi fært tú ein góðan dag saman við tínum kæru 🙂
    Gleðilig jól og eitt gott nýggjár og takk fyri tað brátt farna árið
    Kæru jóla- og nýggjársheilsanir
    Súna, Sámal Erik, Torkil, Rói og Fríði

    Like

  6. Hjartaliga tillukku við føðingardegnum Vagnur.
    Um nakar ert tú ímyndin av Neistanum, ja ein sonn eldsál.
    Vil eisini ynskja tær við familju eini Gleðilig Jól og eitt
    av Harranum signa Nýttár.
    Heilsan
    Bjørg, Ingi og børnini.

    Like

  7. Góði Vagnur,
    Hjartaliga tillukku við degnum, og takk fyri tað stóra arbeiði tú gert hondbóltinum at gagni. Seksti er eingin aldur, vóni tú røkkur nógv ár enn fyri okkum í hondbóltinum.
    Hondbóltslívið í Havnini(Neistanum) hevði verið fátækt uttan teg. Vit gleða okkum til títt lívsverk á landavegnum stendur liðugt.
    Eg ynskji tær og tínum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.
    heilsan
    Kristian Johansen

    Like

  8. Hej gamle dreng !
    Det er mange år siden, jeg gik tur med dig og Leivur, hånd i hånd.
    Dengang var I unge og søde. Nu er I kun søde.
    Til lykke, god jul og godt nyt år.
    Nina Dahl Guttesen

    Like

  9. Hey Vagnur
    Hjartaliga tillukku við 60ára degnum í dag og alt tað besta framyvir.
    Eini Gleðilig Jól og gott Nýggjár til tín og tíni og takk fyri brátt farna árið.
    Heilsan
    Joan,Terji,Elisabeth,Fríðhild Maria og Andrea

    Like

  10. Kjæri Vagnur.
    Ég vil óska tér til hamingju með 60 árin,en sem betur fer fyrir
    okkur øll í Neistanum að tú ert í okkara liði.
    Gleðileg jól.
    vh.Jakob Rúna og børn

    Like

  11. Hjartaliga tillukku við teimum 60 árunum. Takk fyri at tú ert tann tú ert.
    Við ynskjum um eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsigna nýggjár. Takk fyri brátt farna ár.
    Heilsan
    Familjan Mortensen

    Like

  12. Góði Vagnur. Hjartaliga tillukku við 60 ára degnum! Eisini verður ynskt tær eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár 🙂 Heilsan Jón Johansen.

    Like

  13. Góði Vagnur. eg vil ynskja tær hjartaliga tillukku við tí runda degnum, og eini góð jól. nú kenni eg teg best innan havnar róðrafelag, har tú í fjørð fekkst skaffað Títling. hetta má sigast vera eitt megnar bragd, sum seint verður gloymt. alt tað besta framyvir 🙂

    Like

  14. Hey Vagnur.
    Her av Hvítanesi og vegna H71, vil eg ynskja tær hjartaliga til lukku við degnum.
    Eisini vil eg ynskja tær við familju eini gleðilig jól og Harrans vælsigna nýggjár.
    Heilsan
    Levi Nybo

    Like

  15. Hey góði Vagnur
    Enn ein heilsan av Hvítanesi til tín við familju. Hjartaliga tillukku við runda degnum. Somuleiðis vilja vit ynska tær og tínum kæru eini gleðilig jól og eydnuberandi nýggjaár.
    Kærar heilsur
    Nancy, Karl Oddmar, Ragnar og Haraldur

    Like

  16. Góði Vagnur,

    Hjartaliga tillukku við 60 ára degnum!
    Haldi at tað er so stutt síðani at tú kom at spæla Stikbolt ella Rundbolt við okkum á Debessartrøð, longu tá tímdi tú væl at seta ferð á okkum børn og tað tímir tú lukkutíð enn. Takk fyri títt góða arbeiði fyri Neistan!
    Tær og familjuni ynskjast eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.
    Kærar heilsur Kristianna og Ruth

    Like

  17. Hey Vagnur.

    Hjartaliga tillukku við stóra føðingardegnum.
    Takk fyri tað megnar arbeiði tú hevur gjørt, og dagliga ger, fyri felagið.
    Eg ynski tær og tykkum eini góð jól og eitt frálíkt nýggjár, við vón um eydnu í komandi ári.

    Blíðar Heilsanir, Carl Herup

    Like

  18. Góði Vagnur!
    Hjartaliga tillukku við degnum og gleðilig jól.
    Tú hevur eina drívmegi, sum í tí stilla eggjar okkum aðrar neistamenn.
    Blíðar heilsanir Heini

    Like

  19. Hóast eg eri heldur sein á veg, vil eg fegin ynksja tær tillukku við 60 ára føðingardegi tínum 24. Desembur. Eisini vóni eg, at tú hevur havt eini gleðilig jól og gleði meg at síggja teg í høllini komandi ár 🙂

    Like

  20. Góði Vagnur.

    Tað verður ikki lætt at leggja nakað nýtt afturat, ið Jón hevur skrivað, og øllum teimum persónligu heilsanum, og góðu ynskjunum, ið tú hevur fingið á heimasíðuni hjá Neistanum. Men eg vil, vegna Neistan og nevndina takka tær fyri tað stór arbeiði, ið tú leggur eftir teg í felagnum.
    Eg haldi, at eg fari ikki skeivur, tá eg sigi, at hjarta títt bankar ikki bara fyri Neistanum, men fyri ítrótti og ungdómsarbeiði sum heild, men eg havi varhugan av, at kappróður stendur tær nær, at hondbóltur stendur tær nærri, og at Neistin stendur tær nærmast. Ivaleyst eru tað nógv fólk kring landið, ið gera eitt megnar arbeiði, fyri ungdómin, innan ymiskar ítróttargreinar, og er tað eingin ivi um, at tú telst millum hesar eldhugaðu føroyingar, nú tú í næstan ein mansaldur hevur verið virkin í Neistanum og øðrum ítróttarhøpi.

    Spurningur er kanska um nakar tekur teg á hesum øki. Eg haldi, í hvussu so er, at tú hoyrir heima á ovastu rók í hesum samanhangi. At skjøtul er settur á at byggja eina Neistahøll í vesturbýnum, har tú hevur verið ein av høvuðspersónunum, sigur alt um títt engagement í ítróttar høpi, tí hendan nýggja høllin kemur at hava stóran týdning fyri øll ítróttarfeløgini í høvuðsstaðnum.

    Eg vil við hesum fáu orðum, vegna Neistan og nevndina, ynskja tær hjartaliga til lukku við tínum seksti ára føðingardegi og blíðan byr fram yvir, somuleiðis ynski eg tær og tínum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.

    Vinarliga
    Vegna Neistan og nevndina
    Kjartan Thomassen, formaður

    Góði Vagnur

    Persónliga ynkja vit tær hjartaliga til lukku við teimum seksti, og blíðan byr fram yvir.
    Tað er ein fragd fyri okkum at tú hevur blást nýtt lív í heimasíðuna hjá Neistanum. Vit ynskja eisini tær og tínum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.

    Blíðar heilsanir
    Sjúrður Kjartansson Thomassse, Frígerð Sundsskarð og Kjartan Thomassen

    Like

  21. Hey Vagnur

    Ein seinkað – men ikki minni innilig føðingardagsheilsan.

    Stórt tillukku, og vónandi heldur tín ótrúliga orka nógv ár afturat. Typur sum tær fær føroyskur ítróttur illa verið fyriuttan.

    Alt tað besta

    Jákup

    Like

  22. Hey Vagnur!
    Hjartaliga tillukku við sekstiáradegnum.
    Sum tíðin tó rennur. Men táið tú ert sum fjøruti, so ger tað einki. Árræðinum bilar einki, tað hevur títt seinasta avrik víst, við at seta skjøtum á at byggja Neistahøllina. Hjartaliga tillukku við tí.

    Heilsan
    Jóannes Dalsgarð

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s